Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Skúli

Tórshavnar kommuna bjóðar lesandi at sita á Býarbókasavninum nú á jólum. Lestrarhølini lata upp í dag og eru á ovastu hæddini. Hølini liggja væl fyri við sjálva gongugøtuna og verða latin lesandi burturav.

Í lestrarhølinum kunnu lesandi sita í frið og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars.

Hetta er eitt tilboð til teirra, ið eitt nú eru heima á jólum og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða.

Støðugt fleiri lesa eisini á Setrinum í Føroyum, og tí er hetta eisini eitt hent stað hjá hesum at savna seg um lesnaðin í friðarligum umhvørvi. Øll lesandi á hægri lestri eru vælkomin at nýta hølini.

Lestrarhúsið er opið frá 15. desember 2016 til 15. januar 2017, og tað er opið, tá ið Býarbókasavnið er opið.

Upplatingartíðir:
mánadag - hósdag: 9 -21
fríggjadag: 9-18
leygardag: 10-16
sunnudag: 14-17

Snarskivan svarar spurningum viðvíkjandi lestrarhúsinum, tel 30 20 10.

Ókeypis net er í Lestrarhølinum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo