Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

Fyrsti dystur í árinum verður leiktur leygardagin, kl. 13:00 í Skúlanum við Løgmannabreyt, har havnaliðini, Sporðdrekin og Hamar, bresta saman.

Fyrri dysturin millum feløgini var sera spennandi og tættur, sum endaði við einum 64-58 sigri til Hamar.

Í landskappingini eru 4 dystir leiktir og hevur Ravnur av Toftum vunnið allar sínar dystir.

Fyrsti dystur í landskappingini var millum Ravn og Hamar, sum endaði við einum 78 – 74 sigri til Ravn, eftir at dysturin hevði verið leiktur við trimum yvirtíðum. Í kurvabólti er tað so, at ein dystur kann ikki enda javnt og skal avgerast.

Næsti dysturin var millum Hamar og Sporðdrekan, og endaði hesin, sum nevnt, við einum 64-58 sigri til Hamar.

Triði dysturin var millum Sporðdrekan og Ravn, og endaði hesin við einum 50 – 61 sigri til Ravn.

Fjórði dysturin var millum Hamar og Ravn, sum endaði við einum 65 – 70 sigri til Ravn.

Samlaða støðan er nú:

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo