Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Skúli

Úttøkukapping til NM fyri børn og ung var í Gula skúla í Havn í gjár. Tilsamans 51 luttakarar vóru, og harav vóru heili 34 luttakarar í yngsta aldursbólki.

Hetta er ein hin størsta úttøkukappingin fyri ung, ið TSF hevur fyriskipað, so útlit eru fyri eini bjartari framtíð fyri talvi í Føroyum.

Kappast varð í fimm bólkum, og nummar eitt og tvey í hvørjum bólki vunnu sær møguleikan at umboða Føroyar í NM-kappingini, sum verður í Íslandi í februar.

Føroysku umboðini til NM-kappingina verða:
Bólkur A (f. 1999 til 2001): Janus Skaale og Eli W. Finnson
Bólkur B (f. 2002 og 2003): Leif Reinert Fjallheim og Flóvin Matras Tummasarson
Bólkur C (f. 2004 og 2005): Benjamin Reinert Fjallheim og Jón Nielsen
Bólkur D (f. 2006 og 2007): Luitjen Akselsson Apol og Elias Petersen
Bólkur E (f. 2008 og seinni): Brestir Samuelsen og Rókur Davidsen

Les meira her + myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo