Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

Javnaðarflokkurin hevur lagt eitt brot út á sín Facebook-profil úr tí sum Aksel V Johannesen, løgmaður, segði á Fiskivinnutinginum norðuri í Klaksvík í gjárkvøldið.

Løgmaður verður í tekstinum endurgivin fyri at siga:

- Minnast tit, tá Jørgen Niclasen sum fiskimálaráðharri útskrivaði tvey fiskiloyvi ein dag, og dagin eftir vórðu skipini seld fyri stórar upphæddir? og sipaði her til eina sølu í Vestmanna.

Beiggi løgmans, Líggjas Johannesen, skipari, hevur eisini eitt gott minni, og hann skrivar í viðmerking undir hesum orðum løgmans:

- Jú, vit minnast. Vit minnast eisini at ein reiðari í Vágum seldi 2 skip og 3 fiskiloyvir suður til Vágs. Eitt er at hesir reiðarar í Vestmanna og Vágum fingu pening fyri at selja sínar kvotur, men verandi samgonga heldur ivaleyst, at teir fingu ov lítið burturúr, teir hava nú eisini við eini politiskari útlutan, útlutað júst hesum persónum nýggjar kvotur... sokallaðar menningarkvotur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo