Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum eina frágreiðing, um meirnýtsluna av verkætlanini at byggja Skúladepil við Marknagil.

Frágreiðingin kann lesast her.

Viðvíkjandi 2019
Í 2019 er tørvur á 32,6 mió.kr. tilsamans fyri at gera Skúladepilin við Marknagil lidnan. 
 
Tó at nýggj verklagslóg er í umbúna í 2019, og Løgtingið játtar 32,6 mió.kr. í fíggjarlógini, kemst ikki uttanum, at tað skal síggjast sum ein partur av kostnaðinum at byggja Skúladepilin við Marknagil. Um sæð verður burtur frá gerðarrættarmálinum, kemur samlaði kostnaðurin sostatt at verða 728,5 mió.kr., t.e. 92 mió.kr. meira, enn seinasta verklagslóg heimilaði.
 
Landsgrannskoðanin er ikki samd við Mentamálaráðið, at tað er heimild til at seta eina løguverkætlan í verk uttan verklagslóg, við bert at brúka upp til 10 mió.kr. Sambært § 22, stk. 3, í játtanarlógini skal ein frágreiðing vera um tað ávísa løguarbeiðið og upplýsingar um útreiðslurnar fyri alla verkætlanina, liðaðar út á fíggjarár. Sambært § 3 í K. nr. 83/2011 “um løgujáttan” skulu størri løguverkætlanir upp á 10 mió.kr. ella meira, gerast við grundarlagi í einari verklagslóg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo