Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Tiltøk

Lions Club Liljan: Leygardagin 1.desembur skipar Lions Liljan fyri jólatombola og barnalist í Posthúskjallaranum kl.14.30-17.00.

Barnalist er ein listaframsýning evnað av børnum undir skúlaaldri á ymiskum stovnum í Tórshavnar kommunu. Børnini velja sær eitt evni, sum tey lýsa við málningum og kreativum smáverkum.

Vælgerandi endamál
Hvørt ár savnar Lions Club Liljan inn til vælgerandi endamál fyri børn og ung í Føroyum.

Í ár varð ein peningargáva latin Bú- og viðgerðarstovninum í Stoffalág til eitt infrareytt hitarúm í samband við viðgerðina av ungum við sárlarligum avbjóðingum.

Tóbleikaframførsla
Vígdis Fjallstein Christiansen framførir saman við Astu Højgaard og Mads á Heyggi. Vígdis hevur givið nýggja lagið "Jól við tær" út í november.

Vaflir og kaffi verður til sølu, ókeypis saft er til børnini.

Og sum nakað nýtt verður eitt skiftirúm til pinkubørn, og møguleiki verður at hita fløskur og mat til smábarnakrókin.

Skrá

Kl.14.30 Fía Petersen forkvinna í Lions Liljan bjóðar vælkomin og greiður frá listaframsýningini

Kl.15.00 Vígdis, Asta og Mads framføra

Kl.17.00 Listaframsýningin, jólatombola og sølan endar

Luttakandi stovnar:

Birkilund

Lítlaskógur

Býlingshúsið undir Fjalli 

Dagstovnurin á Hamrinum

Dagstovnurin í Øksnagerði

Dagstovnurin við Løgmannabreyt

Dagstovnurin Sólareygað

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo