Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Framsýningar

Eins og undanfarin ár, verður listaframsýning í fimleikahøllini í skúlanum við Gøtugjógv um páskirnar. Ferniseringin við tónleikaframførslu og kaffi verður langafríggjadag kl.16, og Hanna Jensen úr Norðragøtu setur framsýningina.

Nú eru 6 ár síðani hendan páskalistaframsýning fyrstu ferð varð hildin, og tað eru lokal listafólk – úr Gøtu og Leirvík, sum sýna fram og sum hava tikið stig til tiltakið. Ikki færri enn 13 fólk eru við í ár, og ber hetta boð um eitt listarliga virkið fólk.

Navnframi teknarin, Jens Klæmint Jacobsen, hvørs rámandi keiputeknarar javnan eru at síggja, byrjaði ikki at sýna fram fyrr enn hann var 50 ára gamal. Hann eggjar tí ungum teknarum at byrja tíðliga at luttaka á framsýningum. Hann hevur nakrar av sínum yngru lærlingum við sær.

Onnur eru teknarar og málarar, sum hava fingist við list leingi. Eitt nú Tummas Jákup Thomsen úr Norðragøtu og Elisabet Maria Pálsdóttir úr Syðrugøtu. Sum nakað serligt sýnir Sædis Eilifsdóttir fram glarlist.

Framsýningin verður opin frá langafríggjadegi 30.03 til og við 2. páskadag 02.04. Opið er allar dagarnar frá kl. 16.00 til 19.00.

Luttakarar:

1.     Tummas Jákup Thomsen    Tekningar- tusj, litkrit og akryl

2.     Jens Klæmint Jacobsen   Tekningar - blýant

3.     Eik Klæmintsdóttir   Tekningar – blýant, litblýant og vatnlitir

4.     Lise-Lotte Baugsgaard Vindelbo    Tekningar – blýant og máling

5.     Felisia Hammer    Tekningar - blýant og litblýant

6.     Erla J. Ellingsgaard    Tekningar/málningar

7.     John V. Petersen      Tekningar

8.     Dagmar L. Mouritsen    Málningar- akryl

9.     Eivi Klæmintsdóttir    Málningar - akryl

10.   Valborg Klæmintsdóttir   Málningar

11.   Halda Hansen    Málningar, akryl ogtekningar, blýant/litblýant

12.Elisabet Maria Pálsdóttir    Vatnlitir og akryl

13. Sædis Eilifsdóttir      Glaslist

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo