Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Framsýningar

Sunnudagin 6. november 2016 letur upp listaframsýning við Zacharias Heinesen í Gamla Seglhúsinum.

Fernisering verður kl. 15:00 og kemur stjórin á Listasavninum, Nils Ohrt, at flyta fram røðu. Undirhald við tónleiki verður eisini til gestirnar, og kemur hin navnframi Finnur Koba at syrgja fyri tónleikinum.

Framsýningin umfatar nýggj verk hjá Zacharias og er talan bæði um vatnlitsmyndir og oljumálningar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo