Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Tiltøk

Listagluggin í Dr.Jacobsensgøtu 15 letur upp framsýning í morgin kl 19, í samband við stóra handilstiltaki "Handilsgøtan open by Night" í Dr Jacobsensgøtu við síðugøtum í morgin.

Við á framsýningini eru verk eftir I av Reyni, T. Arge, Torbjørn Olsen, Z.Heinesen, A.Vegghamar, E av Reyni, Olivur við Neyst, Kári Svensson, Bent Restorff o.fl.

Fyrsta framsýningin hjá Listaglugganum var 11. mai 2007 og eru sostatt 10 ár síðan Listagluggin byrjaði virksemi. 

Listagluggin hevur støðugt víst fram føroyska list bæði heima og uttanlanda. Í samband við merkisdagin verður læti 20 % í avsláttur av flestu verkun, tó bert galdandi í morgin millum 19-23.Møguligt verður at síggja framsýningina í døgunum fram til 11. maj.

Listagluggin er eisini at finna á Facebook

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo