Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Útlendis ítróttur

Premier League: Liverpool tryggjaði sær í dag trý týdningarmikil stig í stríðnum um enska meistaraheitið, tá felagið vann 2-1 á heimavølli ímóti Tottenham Hotspur. 

Talan var um javnan dyst, sum varð avgjørdur í 89. minutti, tá franski HM-vinnarin og málverjin hjá Spurs, Hugo Lloris ikki avgreiddi ein lutfalsliga einfaldan skallara nóg væl.

Í staðin fyri at lofta bóltinum sló Lloris bóltin í liðfelagan Toby Alderweireld, og endaði bólturin hareftir í netinum hjá Spurs.

Tað fyrra málið hjá Liverpool fekk Roberto Firmino í 16. minutti.

Luacs Moura javnaði fyri Spurs í 70. minutti.

Hetta er ikki fyrstu ferð í 2019, at Lloris hevur kostað Spurs týdningarmikil stig. Í dystinum ímóti Manchester United í januar læt hann eitt skot frá Marcus Rashford úr einum lutfalsliga spískum vinkli fara í málið, so at United vann tann dystin 1-0.

1. Liverpool 79 stig, 32 dystir
2. Manchester City 77 stig, 31 dystir
3. Tottenham Hotspur 61 stig, 31 dystir
4. Manchester United 61 stig, 31 dystir
5. Arsenal 60 stig, 30 dystir
6. Chelsea 60 stig, 31 dystir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo