At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Lesarin skrivar

Ber til at fáa ferðatølini millum Hest og Gomlu Rætt løgd út her, ella onkustaðni, so tey síggjast, so vit vita, hvat talan er um?

Nú hevur Útvarpið koyrt so hart uppá kravið um at búgva í Hesti og arbeiða á meginlandinum, at vit á meginlandinum fá ringa samvitsku, bara tí vit búgva í Havn og ikki í Hesti.

Bæði Kringvarpið og Strandferðslan eru tænastustovnar, sum vit øll rinda.

Nú sigur Útvarpið at vit, sami almeningur, sum rindar tað heila, vil avtofta Hest, tí Strandferðslan, sum vit eisini rinda, broytir túrarnar út í Hest.

Var hetta dekningur av amerikanska forsetavalinum, so hevði eg kallað tað lobbyvirksemi, men hetta er í fjálgu Føroyum, so tað kann tað ikki vera.

Ella er tað tað?

Spurin av meginlandinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo