Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Politikkur

Á middegi í morgin verður fundur millum løgmann og danska forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen í Keypmannahavn.

Á fundinum fara løgmaður og danski forsætisráðharrin at umrøða fleiri mál. Millum annað skulu teir skifta orð um uttanríkispolitisku lógina og yvirtøkur.

Í Danmark skal løgmaður eisini hitta Margrethu drotning.

Løgmaður kemur aftur til Føroya í annaðkvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo