Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur lagt frá sær fleiri nevndarsessir.

Í fráboðan sæst, at hann nú ikki longur er nevndarformaður í partafeløgunum Skemman og SMI Stórutjørn, har hann eisini var stjóri. Hann er eisini farin úr nevndini í partafelagnum Jákup á Dul, og hann er heldur ikki longur nevndarformaður í smápartafelagnum Aspo.

Annfinn Vitalis Hansen er komin inn fyri Bárð á Steig Nielsen í feløgunum Skemman og Aspo og Tórarinn Ingi Ólafsson í feløgini Jákup á Dul og SMI Stóratjørn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo