Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Politikkur

Løgmaður var í gjár á vitjan hjá bretska forsætisráðharranum, Boris Johnson. 

Fundurin gekk sambært løgmanni avbera væl.

- Vit høvdu ein øgiliga gevandi fund, har vit viðgjørdu tey samstarvsøkini, sum vit kunnu hava ímillum Føroyar og Bretland.

- Tað er eingin ivi um, at vit fara at hava eitt gott samstarv í framtíðini, serliga aftaná Brexit, har tað er neyðugt fyri báðar partar at gera nýggjar avtalur.

- Eg eri ikki í iva um, at aftaná hendan fundin her, so er áhugin ímillum londini sera stórur, og at vit fara at fáa nógv burtur úr at samstarva í framtíðini, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, eftir fundin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo