Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Politikkur

Tann árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagskapinum verður tann  11. og 12. juni.

Í ár er Aksel V. Johannesen, løgmaður, vertur fyri fundinum og í hesum sambandi koma forsætisráðharri Danmarkar og frú og landsstýrisformaður Grønlands og frú til Føroyar.

Seinni fæst nærri at vita, hvør skráin fyri ríkisfundin verður.

Seinastu ferð ríkisfundur var í Føroyum var í 2014.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo