Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Innlendis ítróttur

- Vit fara at streingja á at gerast limur í olympisku familjuni heldur enn at kappast undir danska flagginum, sigur Bárður Nielsen, løgmaður.

Reuters skrivar, at fyrrverandi hondbóltsspælarin, sum nú er løgmaður í Føroyum, er 'kommittaður' til at vinna Føroyum limaskap í Altjóða Olympisku Nevndini.

- Føroyar hava havt sjálvstýri í meira enn 70 ár og vit hava stríðst fyri olympiskari viðurkenning í yvir 40 ár. At kappast í olympiaduni og øðrum líknandi altjóða kappingum er ein gamal dreymur hjá føroysku tjóðini, og vit halda, at vit hava eina góða sak, sigur løgmaður millum annað.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo