Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Løgreglan sigur at fleiri hakkara-álop hava rakt fyritøkur og privatpersónar.

Talan er um sonevnd phishing álop, har lokkað verður í telduposti at trýsta á eitt link.

- Trýstir tú á, kemur tú til okkurt sum líknar login-vindeyganum til Office 365, OneDrive ella okkurt annað hjá Microsoft. Men tú endur á eini falskari síðu, og um tú loggar á, so fáa teldusníkarnir fatur á teldupost adressu og loyniorði, og við hesum hava tey atgongd til tína konto. Herfrá kunnu tey senda teldupostar til tíni sambond og lokka tær at flyta pengar.

Politiið ávarar fólk ímóti at svara slíkum teldupostum.

Meira á heimasíðuni hjá Politinum.

Dømi eru eisini um hvussu følsku myndirnar síggja út á facebook síðunum hjá politinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo