Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Tað hevur verið sera ófriðarligt í Keypmannahavn í dag, og eftir at ófriðurin fyri tað mesta hevur verið á Nørrebro, hevur hann nú eisini spjatt seg til Christianshavn í kvøld. 

DR skrivar, at talið á handtiknum nú er komið upp á 6-7 fólk. 

Onkur hevur sett eld á við inngongdina til Christiania á Prinsessegade, og løgreglan hevur svarað aftur við táragassi.

Somuleiðis heitir løgreglan á fólk í Keypmannahavn um at halda seg innandura.

Hetta hendir, eftir at islamkritikkarin og stovnarin av flokkinum "Stram Kurs" Rasmus Paludan varð álopin fyrr í dag av einum ella fleiri monnum á Blågårds Plads á Nørrebrø.

Paludan ætlaði at skipa fyri einum mótmælistiltaki á Nørrebro, men ætlanir hansara vórðu av ongum.

Tað hevur verið sera ófriðarligt í Keypmannahavn í dag, og sambært DR luttóku umleið 200 menn í ófriðinum í sambandi við ætlaða mótmælistiltakið hjá Paludan.

Hesir kastaðu við fløskum, steinum og kanónsløgum, umframt at teir settu eld á konteynarar.

Les meira v.v. ófriðinum í kvøld her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo