Best muna teir sannleikar, maður sigur sær sjálvum
- úr Børkuvísum
Politikkur

Løgtingið samtykti í gjár tvey lógaruppskot um Talgildu Føroyar. Løgtingið samtykti einmælt at seta á stovn almenna føroyska virkisskrá og at tryggja løgfrøðiligar karmar um talgilda samleikan.

Talgildu Føroyar er verkætlan, sum frá 2015 til 2020 arbeiðir við føroyskum talgildum undirstøðukervi. Endamálið er, at talgilda samskiftið millum borgarar og myndugleikar skal verða tryggari og lættari.

Við almennu virkisskránni slepst undan, at stovnar og virki hvør í sínum lag nýta orku at viðlíkahalda egnar skráið. Virkisskráin elvir soleiðis til eina meira smidliga og effektiva almenna og privata fyrisiting, minkar um skeivleikar og hevur eisini við sær eitt sterkari hagtalsgrundarlag.

Talgildi samleikin verður klárur at taka í nýtslu seinni í ár. Við honum verður einfaldari og tryggari at avgreiða viðurskifti við almennar stovnar og privat virki. Eisini verður møguligt at undirskriva løgfrøðiliga bindandi avtalur. At talan er um eina felags, talgilda loysn fyri alt samfelagið, merkir eisini, at borgarin kann nýta ein og sama hátt at rita inn í skipanir.

Landsstýriskvinnan fegnast um, at loysnirnar í Talgildu Føroyum hava fingið so breiða politiska undirtøku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo