Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Vinna

Hagstovan: Í juli í ár vóru stívliga 850 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru  góðar 70 milliónir meira í mun til sama mánað í fjør.

Vøksturin hevur verið rættiliga javnur síðani 2014.

Í juli var parturin hjá monnum góðar 530 milliónir og 320 milliónir hjá kvinnunum. Vøksturin í lønum hevur verið størri hjá monnum enn hja kvinnum seinastu 5 árini.

Tilsamans eru lønirnar hjá monnum umleið 200 milliónir størri enn hjá kvinnunum mánaðarliga.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo