Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Vinna

Skattainntøkan hjá Klaksvíkar Kommunu hevur gjørt eitt stórt lop í marsmánað seinastu trý árini, tí tá verður bonus útgoldið frá einum reiðaríið.

Tað skrivar Norðlýsið.

Norðlýsið skrivar ikki, hvat reiðarí talan er um, men sum VP skilur, er tað reiðaríið hjá Gadus sum rindar hetta bonusútgjald á einar 30 milliónir, sum gevur Klaksvíkar kommunu einar 6 milliónir krónur í kommunuskatti.

Norðlýsið skrivar at manningarnar hava tær flestu í dag fasta mánaðarløn.

- Við ársenda verður so árið uppgjørt og so verður roknað hvussu nógv hvør einstakur av manningini eigur eftir hjá reiðarríðnum, skrivar Norðlýsið

- Verður ætlaða fiskivinnunýskipanin samtykt í løgtinginum fer landskassin avstað við størri parti og tí  sum reiðarrí og manningar í dag fáa. OG tá lønirnar minka í vinnuni verður parturin sum endar sum skattur hjá Klaksvíkar Kommunu munandi minni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo