Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Tiltøk

Leygarkvøldið 15. desember kl. 20 verður ein løta fyri hjún í Betesda við sangframførslum, undirhaldi og hugleiðing um jólini aftur við kaffi, rísalamang og øðrum góðum.

Nú tað stundar til jóla, verður skipað fyri einari løtu fyri hjún í Betesda leygarkvøldið klokkan 20, har ymsar kreftir í samkomuni fara at luttaka við sangi, undirhaldi og hugleiðing aftur við einum góðum bita.


Torkil Mørkøre og John Færø við bólki framføra nakrar sangir og leiða felagssangin. Eisini fara Evy á Lakjuni, Victoria á Lakjuni og Pætur Gerðalíð at framføra jólasangin "Mary, did you know".

Borðreitt verður við kaffi, rísalamang og øðrum góðum, Stig Elttør o.o. skipa fyri undirhaldi, og Sámal Mikkelsen fer at hugleiða um jólafrásagnirnar.

Løtan fyri hjún byrjar kl. 20 leygarkvøldið í Betesda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo