Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Kanadiska parlamentið, House of Commons. skal seinni í mánaðinum viðgera lógaruppskotið "Bill C-228", at øll aling fram við vesturstrond Kanada skal í lokaðar skipanir. Lógaruppskotið er sett fram av tingliminum Fin Donnelly, og hevur verið til umrøðu fyrr í ár.

Orsøkin er fyrst og fremst at verja um villa laksastovnin, næst av steðga ovurstóru dálkingina frá opnu aliringunum.

Í uppskotinum verður eisini mælt til, at tað almenna, stjórnin, skal endurgjalda vinnuna fyri mista inntøku og arbeiðspláss. Verður uppskotið samtykt verður tað ein ovurstór rokning, ið skal gjaldast. Og kanadiska alivinnufelagið BC Salmon Farmers Association setur seg hart ímóti uppskotinum, og vísir til kappingarstøðuna har teir meta ein ábyrgdarfull aling vil hava størri fyrimunir fyri strandasamfeløgini, uppruna íbúgvar og vernd av villa laksastovninum.

Eitt stórt alifelag í Kanada er Marine Harvest, ið hevur sera ringt orð á sær - sum allar staðir har fyritøkan virkar. Gongdin er hin sama í øllum londum har aling gongur fyri seg. Villi laksurin verður avoyddur, júst sum sjósílastovnar, og ovurstóra og eitrandi dálkingin køvur alt lív.

Júst sama støða er galdandi í Føroyum har alivinnan kann gera sum henni lystir, og uttan at nøkur munandi krøv til vernd av sjóumhvørvinum verða sett. Enntá heimilar Alideildin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni - uttan nakað lógargrundarlag - at tað skal verða loyvt at dumpa brúkt lúsabasingarevni út í firðirnar. Sera eitrandi lúsabasingarevni sum Azamethiphos verður blandað við Cypermetrin til ein vandamiklan koktail, og eftir nýtslu dumpað út í firðir og sund.

Hydrogenperoxid í nógvum hundrað tonsum verður tveitt á sjógv, og stendst ovurstórur skaði á alla livfrøðina. Greitt er at slíkt einki hevur við burðardygga vinnu at gera, men er ein karráð gagnnýtsla av náttúrugivnum umstøðum, og uttan minstu fyrilit.

Fiskivinnan er á knøðunum og gongur av skriðuni til. Og alivinnan kemur ikki at hóra undan soleiðis sum hon verður rikin. Heldur enn at taka tarvin í hornini, meðan hann enn kann takast, lata politikarnir standa til - meðan alivinnan er so karvandi - so leingi hon frítt kann toyggja seg uttan minstu krøv til tryggjan av náttúruni og umhvørvinum.

Lógaruppskotið kann lesast her

Kári Thomsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo