Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

VP hevur spurt Christian Andreasen, advokat, hvussu galdandi reglur viðvíkjandi útbúgving í rættargangslógini eru skipaðar.

Advokaturin sigur, at reglurnar eru rættuliga greiðar.

Fyri at virka som advokatur í Føroyum skalt tú hava danskt løgfrøðiligt embætisprógv.

- Rættargangslógin er ikki yvirtikið málsøki. Sostatt er tað danskir myndugleikar sum umsita hetta øki. Føroyskir advokatar verða tilnevndir av danska løgmálaráðnum og føroyskir advokatur eru tí í einum og øllum javnstillaðir við danskar advokatar.

- Føroyskir advokatar kunna møta í øllum instansum í Danmark og eru undir eftirliti av danska advokatráðnum. Mótstykkið til hetta er, at danskir advokatar eisini hava rætt til at møta við Føroya Rætt.

- Føroyskir advokatar hava eisini eitt ynski um, at verða javnsettir við danskar advokatar. Orsøkin er, at hetta gevur føroyskum advokatum atgongd til umheimin á jøvnum føti við okkara starvsfelagar í Danmark. Útlendsk viðskiftafólk leggja eisini dent á, at føroyskir advokatar eru á altjóða støði.

Christian Andreasen hevur verið limur í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt uppskot til eina nýggja rættargangslóg fyri Føroyar. Advokaturin sigur, at uppskotið til nýggja rættargangslóg ikki hevur nakra broyting á hesum økinum.

Advokaturin sigur at enda, at tey sum byrja lestur á Fróðskaparsetrinum eiga tí at fáa at vita, at soleiðis sum reglurnar eru í løtuni, kunna hesi ikki útnevnast sum advokatar í Føroyum. Tað sama er galdandi fyri dómarar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo