Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Vit mugu fáa lógina broyta aftur, soleiðis at veiðuloyvini aftur koma á skipini.

Tað er sera umráðandi at halda fokus, og ikki missa mótið, tá tað leikar á.

Vit hava júst fingið fiskidagarnar, at halda áfram, enn tá óbroyttar.

Hetta eru teir flestu fiskimenn sera glaðir fyri.

Enn eitt prógv um, at tað ber til.

Sjálvandi fari eg eisini eftir at broyta lógina soleiðis, at fiskimenn fáa øll síni rættindi tryggjað.

Eg havi visión um, at lógin verður broytt, tí tað verður hon.

Tí eitt er vist, at tað eru fleiri og fleiri, sum duga at síggja, at nýggja lógin um sjófeingi ikki kann nýtast.

Eisini millum tingmenn.

Jan Højgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo