Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Politikkur

- Metingin av væntaðum inntøkum av veiðigjaldinum á uppsjóvarfiski er tengd at óvissu, og tí skal størsta fyrivarni leggjast í hesi.

- Kvotur, innanhýsis í Føroyum, eru ikki enn ásettar fyri øll trý fiskasløgini, umframt at sínámillum samráðingarnar við onnur lond ikki eru avgreiddar, og tí er ikki endaliga greitt, hvørjir veiðimøguleikarnir verða hjá føroyskum skipum í 2020.

- Strandalondini fyri svartkjaft og norðhavssild hava ásett MLV (mest loyvdu veiðu) samsvarandi tilmælinum frá ICES fyri 2020. Strandalondini Føroyar, ES og Norra hava undirritað semju um fiskiskapin eftir makreli.

- Við teimum útlitum, sum nú eru, eins og gongdini í 2019, verður mett, at veiðigjaldið fer at geva eina inntøku upp á runt roknað 150 mió. kr. í 2020.

- Íroknað metingina fyri 2020 er lækkingin í veiðigjaldinum á norðhavssild, úr 0,75 kr./kg niður í 0,50 kr./kg, tikin við.

- Tann broytingin verður mett at fara at geva landinum nakað minni í inntøkum, enn inntøkurnar av veiðigjaldinum av norðhavssildini annars høvdu verið, alt annað óbroytt. Inntøkurnar frá veiðigjaldinum verður helst nakað minni í 2019 enn roknað varð við, tá ið fíggjarlógin var samtykt, sigur Jørgen Niclasen millum annað í viðmerkingunum til uppskotið. 

Sí uppskot her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo