At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Vinna

Føroyingar himprast ikki við at fara djúpt í lumman tá teir keypa bilin.

Ein samanteljing, sum VP hevur gjørt, vísir, at fitt liggur eftir hjá bilasølunum, tá árið er av og gjørt verður upp.

Ársroknskapirnir 2018 hjá fimm av teimum stóru bilasølunum vísa, at samlaði bruttovinningurin í fjør lá um einar 113 mió kr.

Tá allar útreiðslur vóru goldnar lógu 25 mió kr eftir til eigararnar av bilasølunum. Seinastu fimm árini hevur samlaða yvirskotið verið 117 mió kr.

Leggjast skal afturat, at hetta er ikki øll søgan. Fleiri av bilasølunum hava dóttirfeløg, har sumt av virkseminum liggur, til dømis søla av eykalutum ella plátuverkstaður.

Øll tølini niðanfyri eru milliónir krónur.

Bruttov.ÁrsúrslitJavniEginognSeinastu 5
Waag   21,7   7,682,6   49,6    43,8
Wenzel   19   6,749,8   13,6    19
Reyni S.   29,2   4,9123,5   51,5    27,3
Auto S.   21,3   5,494,3   25,2    21,6
Berg M.   22   0,582,6   60,5    5,6

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo