Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Vinna

Ferðamenninir, sum hava róð út í Porkeri, hava havt góðan fiskiskap. Mynd: VP.FO

Í 2010 kærdi tjóðveldistingmaður táverandi fiskimálaráðharra Jacob Vestergaard fyri stórt tað sama sum núverandi gerð.

Nevniliga at útskriva loyvir til ferðavinnufiskiskap uttan at hava skipað fiskiskapin við kunngerð.

Í 2010 staðfesti Landsstýrismálanevndin, at slíkt er ólógligt.

Og tí áttu klokkuklárar mannagongdir, rættstundis umhugsni og treytaleyst nærlagni at verið galdandi undir núverandi fiskiráðharra.

Les um málið her frá 2010

Sambært Kringvarpinum hevur Fiskimálaráðið skrivað út fýra loyvi til ferðavinnu-fiskiskap. Loyvini eru latin fýra feløgum og einstaklingum, sum tilsamans reka níggju útróðrarbátar, ið verða brúktir til ferðavinnufiskiskap.

Teir níggju útróðrarbátarnir, sum nú eru góðkendir til ferðavinnufiskiskap, rógva út frá Porkeri, Rituvík, Argjum og Vestmanna, skrivar Kringvarpið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo