Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Vinna

Umhvørvisstovan: Umhvørvisstovan hevur latið tvey nýggj loyvi til at framleiða el úr vindorku. Annað fær Vindfelagið hjá SEV og hitt fær felag undir stovnan v/Magn o.ø. SEV fær loyvi at seta myllur upp á Eiði og Magn í Flatnahaga við Tórshavn.

Umhvørvisstovan hevur tikið avgerð um at veita einum felagi undir stovnan við Magn  o.ø. loyvi til elframleiðslu úr vindorku í Flatnahaga í Tórshavn. Eisini er avgerð tikin um at veita Vindfelagnum í Neshaga (felag hjá SEV) loyvi at framleiða el úr vindorku á Eiði.

Lýst hevur verið eftir áhugaðum umsøkjarum í tveimum útboðum – í Hoyvíkshaganum ella øðrum hóskandi staði og á Eiði.

Tá freistin var úti 1. august 2019, vóru umsóknir komnar frá trimum umsøkjarum:

- Sp/f Vindrøkt
- Sp/f Vindfelagið í Neshaga (SEV er eigari)
- Felag undir stovnan vegna P/F Magn o.o.

Umhvørvisstovan umsitur Elveitingarlógina og hevur skyldu til ikki bert at hyggja at prísi, tá loyvi til elframleiðslu verða latin, men eisini at leggja dent á samfelagsbúskap, umhvørvi og veitingartrygd, og harumframt at tryggja, at fleiri framleiðarar bjóða seg fram á marknaðinum.

Við hesum báðum útboðunum eru øll hesi atlit tikin.

At fleiri hava verið um boðini, hevur gjørt, at umsøkjararnir hava lagt doyin á at koma við góðum tekniskum loysnum og lágum framleiðsluprísi.

Nýggju vindmyllulundirnar, sum kunnu koma í rakstur komandi summar, fara at flyta føroyska samfelagið munandi longur fram á leið við framleiðslu av grønari og lutfalsliga bíligari elorku.

Tá ið tær 12 vindmyllurnar eru komnar í fullan rakstur,fara tær at kunna minka munandi um oljunýtsluna í elframleiðsluni hjá SEV og tí eisini um CO2-útlátið.

Prísurin á elframleiðslu úr vindi er við hesum útboðnum komin niður á 0,23 kr/kWt. Kostnaðurin fyri elframleiðslu úr olju liggur munandi hægri enn hetta. Útbyggingarnar á vindorkuøkinum merkja tí, at tørvurin at hækka elprísirnar í framtíðini minkar.

So hvørt, sum elektrifiseringin av samfelagnum tekur dik á seg, og pumpuskipanir og orkugoymslur verða gjørdar, og við vanliga vøkstrinum í elnýtsluni, verða væntandi fleiri vindútboð til støddar sum hesi á Eiði og í Flatnahaga.

Tær tólv myllurnar hava ein mátt upp á 36 megawatt, og íløgan er tilsamans oman fyri 260 milliónir krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo