Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

-Tað einasta man hevur gjørt í hesum nýggja uppskotinum sum fyriliggur, er, at man hevur býtt alt annað enn makrelin og uppsjóvarfiskin.

- Og eg dugi ikki ordiliga at síggja, hví man hevur gjørt tað, tí vit hava ein botnfiskaflota, har man hevur havt eina skipan, sum summir hava verið góðir við, fiskidagaskipanina, sum hevur passað væl í ymiskum førum.

- Í stuttum kann eg siga tað at vita hava ein frystibát sum fiskar undir fiskidagaskipanini og nú hevur man eitt uppskot um, hvussu tað verður kvoterað, og vit vita tað at vit eiga 38 kilo av skrubbu, millum annað, so nágreiniliga kenna vit kvotuna hjá okkum.

- Men eg veit ikki, hvussu nógva kvotu Finnur Fríði eigur av makreli komandi ár, segði Ludvík við Stein millum annað á Fiskivinnutinginum í Fuglafirði.

- Tað vil siga, man er farin inn og hevur viljað loyst ein trupulleika og man er farin inn at loysa ein annan trupulleika, enn tann sum var trupulleikin. Og eg fati ikki ordiliga hví, tí alt við teimum stóru kvotunum er upp til landsstýrismannin at avgera í eini kunngerð.

- Líka so væl sum Høgni Hoydal heldur at fiskivinnan bara gongur uppeftir, so heldur hann eisini at tað verður hann sum kemur at sita og býta hetta her, men tað er so øgiliga skjótt at tað verður Bjørn Kalsø, sum býtur hetta, og tá verður Høgni ikki so glaður.

- Tað vil siga at tann mekanisman er ikki ordiliga røtt tí tað verður býtt í eini kunngerð og tí kunnu vit siga at framtíðarvánirnar við tí nýggja uppskotinum hjá teimum verandi aktørunum er ógvuliga ótrygg.

Sí seinnapart av fiskivinnutinginum niðanfyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo