Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Tónleikur

Bólkurin Lukas Graham var stórliga fagnaður á Summar Festivalinum í august. Fyrsta konsertin hjá bólkinum í Føroyum var ein treytaleys suksé, og fleiri halda, at talan var um bestu konsert í Føroyum nakrantíð.

Tónleikararnir í Lukas Graham vóru eisini ovfarnir av móttøkuni, teir fingu í Føroyum.

- Eg eri sera fegin um, at so nógv fólk hava hug at hoyra okkara tónleik, men eg verði ferð eftir ferð kløkkur av, hvussu langt tónleikurin ferðast. Okkara fyrsta ferð til Føroya hevur víst tað. Eg hevði aldrin roknað við, at 10.000 føroyingar skuldu syngja við til okkara sangir, sigur sangarin í bólkinum, Lukas Graham Forchammer.

- Vit hava nógv at liva upp til, nú vit koma aftur til Føroya at spæla, men vit gleða okkum sera nógv til konsertirnar, og vit kunnu lova, at vit fara at okkara ítarsta fyri fáa tvær góðar konsertir saman við føroyingum, sigur hann.

Lukas Graham spælir í høllini á Hálsi fríggjakvøldið og leygarkvøldið – bæði kvøldini kl. 21.00. Konsertin leygarkvøldið er útseld, men atgongumerki fáast framvegis til konsertina fríggjakvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo