Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Vinna

- Táknusjúkan AGD førdi til felli á Miðvági við ársenda. Hetta ávirkaði ársúrslitið munandi.

Soleiðis stendur at lesa í leiðslufrágreiðingini í roknskapinum hjá Luna sum er felagið har alingin hjá Gregersen brøðrunum, Atla og Regin, er at finna. Felagið ælir laks á Sørvági, Miðvági, í Vestmanna og Hestfirði. Harumframt framleiðir felagið smolt á Fútakletti. Laksurin verður kruvdur og ein týðandi partur skorin til fløk og aðrar vørur á virkinum í Sørvági.

Nettosølan í fjør var nærum júst tann sama sum í 2017, nevniliga slakar 680 milliónir krónur. Men meðan úrslitið eftir skatt í 2017 var 195 mió kr, so endaði tað í fjør á 152 mió kr.

Roknskapurin vísir eisini, at nógv tann størsti parturin av søluni, áleið helmingurin, fer til Russlands. Harnæst er USA.

Leiðslan er annars ikki tíðindafróð í frágreiðingini. Hon sigur um framtíðina, at um prísir og fortreytir annars halda sær sum vænta, so verður úrslitið í ár nøktandi.

Felagið rindaði 69 mió kr í lønum í fjør, slakar 7 mió kr meira enn árið fyri. Starvsfólkatalið vaks úr 150 til 160 fólk í miðal í fjør. Og Luna rindaði 33 mió kr í skatti.

Fíggjarstøðan javnvigar við 1,1 milliard krónum og eginognin er 684 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo