Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Vinna

Frá Havstovuni: Lutakast um 12500 kr millum innsend fiskamerkir verður fríggjadagin 22. desember kl. 11 í samband við landsfundin hjá Føroya Fiskimannafelag á Bryggjubakka 12 í Havn.

Tilsamans 376 fiskamerkir eru við í lutakastinum, og hetta eru merkir, sum eru latin inn seinasta árið. Endamálið við lutakastinum er at eggja fólki til at senda fiskamerkir inn til Havstovuna. Lutakastið hevur verið hildið á hvørjum ári síðan 1998.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo