Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Sera nógv regn er í Danmark og toran gongur. Í gjárkvøldið frættist um ein 58 ára gamlan mann í floghavnini í Keypmannahavn, sum var koyrdur á Ríkissjúkrahúsið eftir at snarljósið hevði rakt hann.

Hendingin fór fram stutt eftir klokkan 22, og maðurin er í morgun framvegis innlagdur, men uttanfyri lívsvanda, skriva fleiri miðlar.

Tað regnar enn illa nógvastaðni í Danmark og toran gongur. Yvir 1.000 ferðir í gjár sló toran niður og onkrastaðni kom eldur í, men hann varð skjótt sløktur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo