Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Tiltøk

Magni Christiansen arbeiðir í løtuni við nýggjari fløguútgávu, og er tað í hesum sambandi at hann vitjar í Vági fríggjakvøldið og hevur konsert.

Sjálvur sigur Magni um konsertina, at har verða kendir sangir frá útgávum hansara, umframt nýggir sangir, ið koma á nýggju útgávuna.

Tað eru eini 10 ár síðani, at Magni hevði sera væleydnaða konsert í Vágs Kirkju, tá ið Vágs Kommuna hátíðarhelt 100ára føðingardag, og sum fólk enn tosa um, ið hevur gjørt at hann nú velur at vitja aftur.

Konsertin byrjar kl. 21.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo