Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vinna

Havstovan: Leygardagin kom Finnur Fríði aftur av ársins makrelkanningum í føroyskum og eysturíslendskum øki. Høvuðsniðurstøðan frá ársins túri var, at meira varð fingið av makreli, og at makrelurin stóð víða um í mestsum øllum kanningarøkinum. Serliga var meir at fáa í útsynningspartinum av føroyska økinum enn vanligt.

Nakað minni varð fingið av sild, og mesta norðhavssildin stóð vestur móti Íslandi. Svartkjaftur stóð javnt spjaddur eystan fyri Íslandsryggin og Føroyar.

Størsti makrelurin og sildin vórðu fingin vestast í kanningarøkinum. Javnt nógv varð fingið av 6-9 ára gomlum makreli, meðan 30% av sildini var 6 ára gomul. Meginparturin av svartkjaftinum var 4 og 5 ára gamal.

Kanningin er samskipað við Ísland, Noreg, Grønland og Danmark. Tá øll skipini er liðug við kanningarnar tíðliga í august, verða úrslitini sett saman. Endaligu úrslitini verða tøk seint í august.

Les túrfrágreiðingina her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo