Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Fiskimannafelagið: Líkindi eru fyri, at 2017 gerst eitt gott makrelár. Skipaðu yvirlitstrolingarnar hjá ICES vísa nevniliga, at makrelstovnurin í norðurhøvum – í føroyskum, íslendskum, grønlendskum og norskum sjógvi – er øktur við 13 prosentum í tonsum síðani í fjør.

Og lítið er at ivast í, at skipini eisini fara at fáa størri makrel í ár enn í fjør, tí sjálvt um tonsatalið er nógv økt, so er talið á makrelum minkað við tveimum prosentum. Tað merkir sjálvsagt, at miðalvektin á fiskinum er økt.

Eisini svartkjaftastovnurin er øktur í tonsum. Hann er øktur 3,5 prosent síðani í fjør. Eisini svartkjafturin er væl størri í miðal, tí í tali er stovnurin minkaður heili 19 prosent.

Við norðhavssildini er øðrvísi. Har er biomassin minkaður við 10,5 prosentum síðani í fjør. Og sildin er smáttfallandi, tí í tali er stovnurin øktur við tveimum prosentum.

Kortini er vandi ikki á ferð við norðhavssildini, tí miðalstóri 2013-árgangurin byrjar at síggjast aftur í fiskiskapinum.

ICES-tølini síggjast í einum arbeiðsskjali, ið er gjørt í sambandi við stovnsmetingarfund, sum ICES-arbeiðsbólkurin, ið granskar ferðandi fiskastovnar, heldur í Keypmannahavn í døgunum 30. august – 5. september.

Eydna í Homrum, lívfrøðingur, PhD, á Havstovuni hevur saman við Leon Smith, verkfrøðingi á Havstovuni, staðið á odda fyri føroyska royndarfiskiskapinum, og hon er við á ICES-fundinum í Keypmannahavn.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo