Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Onnur tíðindi

Tað var í eini sending í R7 í mars í ár at Óli Breckmann kallaði norðurkoreanska leiðaran fyri eitt "skeivoygt sosialistiskt knetti". Tað fekk øði í Erling Eidesgaard, sum vildi hava fútan at taka støðu til, um tað er í ordan, havandi í huga grein 266b í revsilógini.

Við VP tá segði Erling Eidesgaard, at hann helt hetta vera rasismu av ringasta slagi, og hann var áhugaður í at vita, um fútin eisini helt, at verturin var farin um mark ella um hetta er nakað, vit bara noyðast at finna okkum í.

Við VP í dag sigur Erling Eidesgaard, at hann sum so ikki kennir seg sum part í málinum.

- Eg vildi hava fútan at taka støðu til, um orðini kunnu góðtakast. Eg svaraði uppá nakrar spurningar frá politinum tá, men havi annars onki frætt. Nú gleði eg meg til at frætta, um fútin tekur málið upp ella ikki.

Óli Breckmann segði við VP í mars, at hann kanska átti at orðað seg øðrvísi. Men hann segði eisini, at tað ikki undraði hann, at grein 266b nú verður brúkt til at avmarka talufrælsið.

Les eisini: Óli Breckmann: Eg skuldi sagt skráoygt

Orsøkin til at málið nú aftur er frammi í miðlunum er, at fútin væntar, at ein avgerð verður tikin í næstum um, hvørt hann fer at gera meira við málið. Tað fekk løgtingsmannin Paula T. Petersen av tingsins røðarapalli at siga, at hann helt almenni miðlastuðulin átti at verið tikin frá útvarpsstøðini R7.

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, boðaði í Degi og Viku í kvøld frá, at hon hevur biðið sína umsiting fyrireika eina áminning til útvarpsstøðina um treytirnar í sendiloyvinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo