Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Lesarin skrivar

Hvannrók: Marjus Dam er ótroyttuligur í stríðnum um at fáa strikað bummgjaldið í undirsjóvartunlunum.

Sjálvur haldi eg, at Marjus er ikki taktiskur í málinum, tí fólk flest kring landið eini 80% taka ikki undir við at strika bummgjaldið, og tú sært heldur ikki í fjølmiðlunum undirtøku at avtaka bummgjaldið.

Føroyingurin er jú ikki býttur.

Var talan um eina samhaldsfasta skipan fyri alt landið, var undirtøkan 100%.

Hóttanir eru komnar úr Vágum um at stevna, men hetta eru alt tómar hóttanir, tí fólk við skili vita, at tað nyttar einki at stevna, tí málið um bummgjaldið er politiskt mál, eins og ein samhaldsføst skipan eisini er.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo