Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Nógv umrøða hevur verið í miðlunum seinastu dagarnar um asfaltverkið á Sundi, eitt nú í sendingini Breddanum og í tíðindasendingum í útvarpinum og í Degi & viku.

Handfaringin av málinum í 2016, tá ið leigusáttmálin varð gjørdur og tá ið asfaltverkið varð keypt á vári í 2019, hevur verið viðgjørd í fleiri sendingum.

Spurnartekn er sett við, hvørt leiðslan á Landsverki er farin út um sína heimildir við at gera ein leigusáttmála um eitt asfaltverk á Sundi, um leigukostnaðurin var ov høgur og um kunningin til ta politiska skipanina var nøktandi í 2016 og 2019.

Leikluturin hjá táverandi stjóra á Landsverki hevur eisini verið umrøddur í miðlunum og er vorðin settur í samband við keypið av asfaltverkinum á Sundi á vári í 2019.

Sum fyrrverandi stjóri á Landsverki við innliti í, hvat er farið fram í tíðarskeiðinum 2016 til desember 2018, vil eg við hesum vísa á, at eg ikki meti, at málið er nóg væl lýst alment og í fleiri førum er tað beinleiðis misskilt ella lýst skeivt.

Eg vil tí við hesum royna at greiða frá handfaringini av málinum í tíðarskeiðinum, tá ið eg var stóri á Landsverki og vóni við hesum at kunna lýsa málið soleiðis, at misskiljingar og skeivar upplýsingar kunnu ruddast av vegnum.

Heimild at leiga asfaltverkið á Sundi
Spurnartekn er sett við, hvørt leiðslan á Landsverki er farin út um sínar heimildir við at gera eina avtalu um at leiga asfaltverkið á Sundi.

Áðrenn sáttmálin varð undirskrivaður og í tilgongdini fram til, at endaligur sáttmáli varð undirskrivaður tann 6. oktober 2016, kunnaði Landsverk Samferðslumálaráðið og avvarðandi landsstýrismann um, at ætlanin var at gera sáttmála, og sáttmálin varð eisini viðgjørdur í aðalráðnum og við landsstýrismannin á fleiri fundum.

Tann 29. september 2016 sendi Landsverk aðalstjóranum í Samferðslumálaráðnum eitt teldubræv, har Landsverk greiddi frá ætlanini og bað um ein fund, soleiðis at málið kundi viðgerast í aðalráðnum. Fundur var í Samferðslumálaráðnum, har landsstýrismaðurin í samferðslumálum, aðalstjórin, ein fulltrúi og stjórin á Landsverki luttóku. Sáttmálauppskotið varð umrøtt, og spurningurin um heimildir varð eisini umrøddur.

Samferðslumálaráðið greiddi á fundinum frá, at sáttmálin var orðaður soleiðis, at talan var um eitt vanligt leigumál, og at Landsverk hevði neyðugar heimildir at undirskriva ein slíkan sáttmála. Í sáttmálanum hevði Landsverk tryggja sær, at leigumáli kundi uppsigast við 6 mánaðaða freist, uttan fíggjarligar bindingar fyri Landsverk.

Málið varð síðan umrøtt á fleiri fundum, eitt nú á fundi millum Landsverk og Samferðslumálaráðið tann 4. oktober 2016 og á fundi við aðalstjóran, har løgfrøðiliga ráðgevingin hjá Landsverki eisini luttók.

Tann 5. oktober 2016 sendi stjórin á Landsverki aðalstjóranum sáttmálan og greiddi honum frá, at ætlanin var at undirskriva sáttmálan. Aðalráðið varð tí biðið um at viðmerkja sáttmálan og siga frá, um ráðið annars hevði nakað at viðmerkja.

Tað er sostatt ikki rætt, at Landsverk er farið út um sínar heimildir. Aðalráðið varð regluliga kunnað í allari tilgongdini og hevur eisini havt møguleika at gera viðmerkingar. Spurningurin um, hvørt Landsverk hevði neyðugar heimildir, eitt nú um leigumálið kundi metast sum langtíðarleiga (leasing) varð umrøddur. Eisini varð ætlanin at selja asfaltútgerð til EM Asfalt umrødd við aðalráðið, áðrenn sáttmálin varð undirskrivaður.

Ráðið fekk sostatt neyðuga kunning, soleiðis at ráðið kundi staka støðu í málinum.

Áseting av leigukostnaði
Spurnartekn er sett við, hvørt leigugjaldið er ásett ov høgt og heldur átti at verið ásett við støði í bókaðum virði. Landsgrannskoðanin hevur víst á, at leigukostnaðurin av asfaltverkinum átti at verið ásettur við støði í bókaðum virði. Hetta var Landsverk ikki samt við Landsgrannskoðanina í.

Tað er ikki vanligt, at eitt leigugjald fyri eitt virki, sum framleigar og hevur sølu og inntøkur, verður ásett við støði í bókaðum virði, t.e. verkinum sjálvum. Tí varð leigugjaldið útroknað við støði í, hvat verkið í miðal hevði havt av inntøkum seinastu 5 árini og hvørjar inntøkur kundu fáast av framleiguni.

Hevur Landsverk brúkt almenna játtan til at fíggja leigu, rakstur og viðlíkahald av asfaltverkinum?

Tað hevur verið alment frammi í miðlunum, at Landsverk hevur brúkt almenna játtan til at fíggja leigu, rakstur og viðlíkahald av asfaltverkinum á Sundi.

Hetta er ikki rætt. Leigugjald, rakstur og viðlíkahald í tíðarskeiðinum 2016 til desember 2019 er fíggjað beinleiðis við inntøkum og vinningi frá  inntøkufíggjaða virkseminum, eitt nú virkseminum á Sundi. Eingin almenn játtan til stovnin er brúkt til at fíggja leigugjald, rakstur og viðlíkahald av asfaltverkinum.

Asfaltframleiðslan hjá Landsverki er inntøkufíggjað virksemi og verður sostatt ikki fíggjað av almennari játtan.

Keyp av asfaltverkinum á vári 2019
Í sendingini Breddanum og í tíðindasendingum í útvarpinum og í Degi & viku verður fyrrverandi stjórin á Landsverki settur í samband við keypið av asfaltverkinum á Sundi á vári 2019, t.e. eftir at hann er farin frá í desember 2018.

Hetta er beinleiðis skeiv endurgeving av, hvat er farið fram. Sum stjóri á Landsverki fram til desember 2018 havi eg ikki verið við í nakrari tilgongd um at keypa ella í sjálvari avgerðini um at keypa asfaltverkið á Sundi.

Ewald Kjølbro
Fyrrverandi stjóri á Landsverki

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo