Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Tað er áhugavert at lurta eftir Málteiginum í útvarpinum. Gevist ikki við hesum skilagóða útvarpspráti, Solby Christiansdóttir og Elin Henriksen og annars øll tit, ið eru farin undir hetta málsliga mennandi tiltak.

Vit hava brúk fyri tí.

Nøkur dømi um hví:
Fyrsta treytin fyri at fáa røkt og nýtslu av okkara móðurmáli í eina trygga og virðiliga legu er, at tað pedagogiska umhvørvið hjá pinkubørnunum skjótast gjørligt fæst i eina trygga legu.

Soleiðis at skilja, at tá ið løtan er komin, at barnið so líðandi skal fáa innlit í nýtslu av amboðum til skriving og lesing – bókstavir og talrøð – má einki verða fjalt undir borðinum. Heldur ikki bókstavirnar c, q, w, x og z.

Hetta fjákuta, frumkenda klandrið um 5 ”óføroyskar” bókstavir – bókstavir sum  børn og vit vaksnu als ikki kunnu vera fyriuttan – má halda uppat.

Vit kvøða, at á tólvta ári dugdi Jákup á Møn ABCið.

Okkara pinkubørn hava í nógv ár tilætlað ikki lært ABCið.

Er hetta ikki býttislig, tápulig almenn umsiting av okkara skriftmáli og uppaling av okkara pinkubørnum? Ein umsiting framd av fólki, sum annars heldur seg vera framkomið!

Hetta, at umrøddu bókstavir eisini eru at kalla útihýstir í okkara føroysku orðabókum, ger, at tær í stóran mun eru ónýtiligar, og at børn og vaksin ikki duga at stava. Hetta er stór eyðmýking og ein álvarsligur meinbogi, sum kemur til sjóndar m.a. í lesarabrøvum.

Í hesum andans myrkri er orðabókin Sprotin góð hjálp at leita í.

Við einum amputeraðum alfabeti kunnu vit ímynda okkum, at sjúkrahúsverkið, apotekið og hægri málslig útbúgving so við og við broytast við sermerktum avleiðingum, sum kunnu minna okkum um funktionella analfabetismu.

Uttan mun til okkara syndarligu støðu í føroyskum skriftmáli, mugu vit duga at velja og vraka í dagligari talu og blaka burtur máliskur, ið ikki sampakka við okkara livandi móðurmál.

Nøkur dømi:
• Uttan mun til – í staðin fyri óansæð.
• Eg haldi – í staðin fyri eg meti ella mín meting.
• Nóg gott – í staðin fyri gott nokk.
• Góðan dag – í staðin fyri góðan dagin. (Vit siga ikki gott kvøldið, góðan morgunin o.s.fr.)
• Pápi, mamma, omma mín – í staðin fyri pápin hjá mær o.s.fr.(Hvørsfall í staðin fyri hvørjumfall).
O.s.fr.

Stórt tal av fremmandorðum eru so við og við vorðin livandi í okkara móðurmáli, uttan at tey finnast svart uppá hvítt. Tey eru ólegaliserað lánorð.

Hetta er óheppið og tørvar eina legalisering, sum eitt nú Sprotin átti at bøtt um, t.d. við einari rás: FREMMANDORÐ á føroyskum.

Nøkur dømi:
Reol, Navigatørur, Navigatión, Kontrovers, Kontroversiel, Dilemma, Relevant, Nuanca, Passionerað, Sensation o.s.fr.

Í 1937 varð studentaskeið sett á stovn í Havn við Tummasi Nygaard sum stjóra. Í nøkur ár var skeiðið í Realskúlanum seinrapartin og um kvøldið. Nakrir av teimum hálærdu cand.mag’unum har undirvístu eisini í Realskúlanum, eitt nú Tummas Nygaard í enskum og Christian Haraldsen í týskum.

Tað, sum har varð terpað og sungið, hvarv ikki. Tað situr fast.

Fyrisetingarorð (præpositiónir):
Á týskum: an, auf, hinter in, neben, über, unter, vor zwischen.

Á donskum: dersom, hvis, såfremt, ifald, om, når, medmindre, uden, at.

Og sangir á týskum, eitt nú: ’Ich habe mein Hertz in Heidelberg verloren’…

Á enskum sungu vit um ’Poor old Joe.’ ’I am coming, I am coming for my head is bending low’…

Ikki slepst undan at umrøðu HEIMSATLASIÐ, sum Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1993.

Við stórum tali av navnabroytingum v.m. gjørdist atlasið eitt misfostur.

Nøkur dømi frá alheims góðkendum landa-og býarnøvnum:

Í Det Bedstes Store Verdensatlas 1966 eru 145 ymisk landa-og býarnøvn við ’New’ …

Í Heimsatlas 1993 eru 10 ymisk slík nøvn við ’New’ …, og nøkur lond við ’Ný’ ….

Heimsins longsta land CHILE er navnabroytt til KILI. Einki land verður stavað KILI – uttan í einum føroyskum Heimsatlasi.

Landið UKRAINE – verður úttalað sum tað verður stavað – er í okkara Heimsatlasi broytt til UKREINA, og verður tað landið tessvegna í Føroyum úttalað og stavað, sum best ber til.

Harmiligt, at okkara Heimsatlas ikki er skikkað til skúlabrúks.

Heri Mohr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo