Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Krutl

“I have a dream”, segði ein kendur amerikumaður á sinni.

Føroyski vinnulívsmaðurin og miðvingurin, Manfinn Thomassen, sum er búsitandi nærhendis býnum Assens á Vesturfjóni í Danmark, hevur somuleiðis havt ein dreym í mong ár - hann vildi so fegin átt ein bil av merkinum Caddilac.

Tá ið hann fyri fáum árum síðani ein dagin fór til handils, legði hann til merkis, at ein bæði snøggur og breiður Caddilac stóð parkeraður uttan fyri handilin. Hann gjørdist so bergtikin av hesum snotuliga akfari, at hann valdi at bíða til eigarin av bilinum kom uttar.

Løtu seinni komu eini eldri hjún út úr handlinum. Tað vísti seg, at maðurin var ánari av Caddilacinum. Manfinn spurdi mannin nærmast í spølni um hann kundi keypa bilin. Danin svaraði, at av tí at konan og hann fluttu til Spanina at búseta seg í næstum, var hann til sølu.

Ein prísur varð avtalaður, og í dag er Manfinn Thomassen ánari av einum kongabláum Caddilac Sixty Special. Hann er framleiddur í USA í 1993, og av tí, at talan er um ein fyrrverandi diplomatbil, er hann skottryggjaður.

Bert fáir av júst hesum merkinum eru framleiddir, og eru tað í flestum førum bert tey kendu, ið eiga eina tílíka skútu. Í hesum føri kann nevnast, at drottning Sonja í Noreg hevur ein. Tað sama ger seg galdandi fyri fyrrverandi amerikanska forsetan Barak Obama.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo