Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Krutl

Tað var undir vitjanini hjá Mariu prinsessu í Hoydølum herfyri, at hon í samrøðu við tíðindafólk á staðnum segði, at hon ikki helt inklusión var nakað gott hugskot tá tað ræður um fólk við autismu.

- Jeg tror slet ikke på inklusion! vóru orðini, sum fullu í samrøðuni millum hana og millum annað donsk tíðindafólk, sum vóru til staðar undir vitjanini hjá autismuflokkinum í Hoydølum.

Maria hevur sterkar meiningar um autismu, og hvussu fólk við autismu verða best hjálpt, tí hon hevur fólk í familjuni sum hava sjúkuna.

Í Danmark hava tey bitið merki í orðini, tí tað er ikki vanligt at limir í kongafamiljuni úttala seg so markant og geva til kennar egna hugsan um mál, sum kunnu setast í samband við politik.

Við B.T. sigur Lars Hovbakke Sørensen, sum er serfrøðingur í teimum kongligu, at orðini hjá Mariu prinsessu tó kunnu vera henni at gagni.

- Hon kann loyva sær eitt sindur meira, tí hon er so passaliga langt niðri í røðini. Hon kann skapa sær eitt navn sum hin djarva prinsessan, um hon bara dugir ikki at fara um mark, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo