Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Krutl

Fyrstu tríggjar dagarnar í mars kemur Maria prinsessa til Føroya á vitjan.

Hon kemur á vitjan hjá Autismufelagnum í samband við at felagið fyllir 25 ár.

Maria prinsessa er protektor / verji hjá Landsforeningen Autisme, har føroyska felagið eisini er við.

Hon skal vera við á eini ráðstevnu um autismu, hon skal vitja autismuflokkin í Hoydølum og hon vitjar eisini í einum privatum heimi, har sonurin er autist. Harumframt fer hon eisini at vitja í Kirkjubø.

Hetta er fyrsta vitjanin hjá Mariu prinsessu, sum er kona Joachim prins, í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo