Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Vinna

Alifyritøkan Marine Harvest hevur leigað økið við gomlu ferjuleguna Inni á Fjørð í Vestmanna í trý ár frá Vestmanna Kommunu.

Marine Harvest skal brúka økið til at gera aliringar.

Í heyst gjørdi Marine Harvest tríggjar stórar aliringar sum eina roynd á økinum. Teir skuldu leggjast út á Sandsvág, upplýsti stjórin, Hans Jákup Mikkelsen fyri VP tá.

Nú hava Vestmanna Kommuna og Marine Harvest gjørt avtalu um at leiga økið í trý ár.

Tað bar ikki til at fáa eina viðmerking frá stjóranum Hans Jákupi Mikkelsen ella nevndarformanninum, Ragnari Joensen.

(savnsmynd)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo