Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Krutl

63 ára gamla Marjun Nielsen, er gift við fyrrverandi trúboðaranum hjá Heimamissiónini í Føroyum, Niels Jacob Nielsen.

Í samrøðu við donsku heimasíðuna – indremission.dk – sigur hon frá síni álvarsomu sjúkrasøgu, eins og teirri hjá manni hennara. Hóast hesar umstøður kennir hon seg kortini trygga í Harrans hondum.

- Eg eri umgyrd av forbøn, og eg veit, at tað gevur mátt, tá ein faldar hendur sínar, sigur hon.

Sjálv hevur Marjun eitt ynski, sum hon vónar fer at gerast veruleiki:

- Um eg sjálv kundi avgjørt tað, so vóni eg, at eg sovni, og tá eg vakni aftur, eri eg heima hjá Jesusi.

Lesið áhugaverdu samrøðuna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo