Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Tiltøk

Seinastu mongu árini hevur verið skipað fyri útbúgvingarmessuni, Markleys útbúgving. Endamálið við tiltakinum er at upplýsa og kunna um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum og uttanlands.

Á útbúgvingarmessuni vera umboð fyri vegleiðarar, lesandi og útbúgvingarstovnar í Føroyum. Eisini koma umboð frá ymiskum londum at kunna um útbúgvingarmøguleikar í teirra londum, millum annað úr Onglandi, Noregi og USA. Møguleiki verður fyri at koma til framløgur, ið vera allan dagin. Eisini er møguleiki fyri at vitja ymisku luttakararnar á teirra básum har umboðini úr Føroyum, Norðurlondum og uttanfyri Norðurlond, eru til reiðar at hjálpa og kunna um útbúgvingarmøguleikar.

Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum tann 17. september 2019 frá kl. 9 – 15. Tiltakið er alment og ókeypis - øll eru vælkomin.

Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Markleys útbúgving her: http://mu.studni.fo/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo