Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

Hevur tú átt partabrøv í BankNordik í 2017, so hevur tú mist ein lítlan fjórðing av hesi ognini í árinum. 

Bara hesa seinastu vikuna er kursurin á partabrævinum fallin við góðum fýra prosentstigum afturat.

Tað hendir eftir at Fíggjareftirlitið týsdagin kunngjørdi sína seinastu frágreiðing. Á eftirlitsvitjanini fekk BankNordik eina røð av kravboðum, harav kanska tað mest álvarsliga var kravið um, at bankin skuldi niðurskrivað virðið á ognum við 16,7 mió kr.

les eisini: BankNordik biðin um at niðurskriva høvuðssætið

Bankin fekk eisini boð um at seta mørk fyri, hvussu stórur partur av virkseminum skal vera í Danmark og Grønlandi, frávik vóru á fleiri økjum frá politikkinum og so tað sum bankin praktiserar og solvenstørvurin varð hækkaður nakað.

Fíggjareftirlitið skrivar eisini, at krøvini til kjarnukapital fara at vaksa nógv komandi árini, tá 'systemiski buffarin', 'SIFI buffarin' og 'kapitalbevaringsbuffarin' fara at koma í gildi.

Les eisini: Greinari: BankNordik helst eitt gott keyp

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo