Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Vinna

Nýggi stjórin á Gjáargarði eitur Marni Hjallnafoss.

Hann tekur við eftir Eirik Suna Danielsen, sum herfyri boðaði frá, at hann fer frá eftir mong ár í stjórasessinum á sermerkta og hugnaliga gistingarhúsinum við Gjógv.

Marni Hjallnafoss hevur í fleiri ár verið stóri og eigari í fyritøkuni Greengate Incoming sum eisini fæst við ferðavinnu. Greengate er eisini partaeigari í Gjáargarði.

Marni Hjallnafoss sigur við VP, at hann bara verður fyribils stjóri til ein annar stjóri er funnin. 

Aðrar broytingar í nevnd og leiðslu í Gjáargarði eru, at Per Hansen er farin úr nevndini. Marni Hjallnafoss og Annika Sølvará eru komin í nevndina.

Gjáargarður hevði í 2017 ein vinning áðrenn skatt uppá 925 tkr, ein bruttovinning uppá 4,3 mió og eina eginogn uppá nærum 3 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo