Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Útlendis ítróttur

Tað er ikki bara inni á vøllinum, at Ole Gunnar Solskjær fær tað at rigga, sum tað skal fyri Manchester United.

Í dag kunngjørdi United nevniliga, at framherjin Anthony Martial hevur undirskrivað ein nýggjan 5-ára sáttmála við felagið. Sáttmálin ger, at Martial verður knýttur at felagnum fram til 2024.

Eisini er líkt til, at høgribakkurin Ashley Young kemur at undirskriva ein nýggjan eitt-ára sáttmála við United. Hinvegin bendir nógv á , at hin høgribakkurin, Antonio Valencia, gevst í United í summar eftir at hava verið í felagnum í tíggju ár.

Anthony Martial ynskti annars at skifta felag í summar, meðan Jose Mourinho enn stóð á odda fyri United.

Mourinho ynskti at tryggja sær Ivan Perisic frá Inter og Willian frá Chelsea og gav fleiri ferðir Martial av grovfíluni fyri ikki at avrika nóg væl.

23-ára gamli Martial hevur higartil spælt 162 dystir og skotið 46 mál fyri United.

Martial kom til felagið á sumri í 2015.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo